Tuberklar í Føroyum

  • HF 2. år
  • SSO (Historie B, Færøsk)
  • 10
  • 19
  • 5298
  • PDF

Tuberklar í Føroyum

Historie, hovedopg. om tuberkler. (På færøsk)

1. Greið stutt frá tí føroyska samfelagnum í 19. Øld við atliti at sosialum og búskaparligum viðurskiftum.
2. Lýs, hvussu tuberklasjúkan kom til Føroya, og viðger, hvussu henda sjúka spjaddi seg.
3. Met um avleiðingar av hesi sjúku fyri tað føroyska samfelagið.

Indhold

Inngangur 0
Einahandilin og fríhandilin 2
Slupptíðin 4
Sjúkuspjaðing í 19. Øld 6
Sjúkuspjaðing í 20. Øld 8
Nakrar lagnur 10
1.1 Familjan Toftum 11
1.2 Petur Vinter 13
1.3 Inga Mortensen 14
Niðurstøða 15
Keldulisti 17

Uddrag

Inngangur
Í skaldsøguni “Dalurin Fagri” skrivar Gunnar Hoydal; “Kanska var eingin smitta longur. Hevði onkur bara funnið uppá hana? Kanska var doktarin farin avstað við øllum? Ella smittudýrini vóru firtin, tað sama sum hann og høvdu tikið seg inn í doktarastovuna at bíða við gløsunum har, til hann kom aftur. Fór hann at koma aftur? Tað var nógv lættari við ongum doktara hygg bara, hvussu tey øll raknaðu við, eyguni vóru øðrvísi, tað livdi í teimum. Páll sá tað; tey vóru fólk.” Í hesi skaldsøgu fortelur Gunnar um eitt tíðarskeið í søgu okkara, sum var nógv merkt av einari ávísari sjúku, nevniliga tuberklar - tað sum hann í hesum brotinum kallar “smittan”.
At hava “smittuna” var í fleiri ættarlið næstan ein deyðadómur. Frá seinast í 19. Øld og heilt til eftir seinna heimsbardaga var tað var ein marra, kanska serliga hjá foreldrum, tá børn teirra vóru úti og spældu, tí hvat nú um tey blivu smittaði? Hesin spurningur spøkti í huganum hjá øllum. Tað sást t.d. hjá keypmanninum, sum legði smápengarnar hann fekk, á heita kolkomfýrin, fyri at drepa møguligar bakteriur. sum kundu goyma seg á teimum. Tað var ein vanlukka hjá teimum ungu, tí hvat nú, um tann, tey vóru forelskaði í, var smittað/ur? Og fyri børnini var tað ein sorgarleikur. um foreldrini fingu smittuna, og tey gjørdust faðir- ella móðurleys.
Fyri u.l. hundrað árum síðani gjørdist hesin fagri dalur, Hoydalar, júst her, sum vit í dag ganga á miðnámsskúla, ein miðdepil fyri viðgerð av hesi sjúku.
Áðrenn aldarsskiftið var ongin rættilig viðgerð av sjúkuni, og hvørki læknar ella sjúklingar vistu, hvussu tey skuldu bera seg at. Sjúkan smittaði illa, og tey sum blivu rakt vóru skýggjaði eins og tey spitølsku á sinni. Tað var sera vanligt at halda, at sjúkur sum hesar vóru ein revsing fyri onkra synd, og at tey sum fingu hana høvdu uppiborið at gerast sjúk.
Eftir aldarskiftið 1900, var farið undir sjúkufyribyrgjandi tiltøk, meðan koppseting og heilivágur ikki fekst ímóti hesi sjúku fyrr enn eftir seinna heimsbardaga.

Í hesi uppgávu fari eg at greiða frá, hvussu føroyska samfelagið var, meðan tuberklasjúkan herjaði áðrenn og eftir aldarskiftið 1900, fyri at fáa eina hóming av, hvussu umstøðurnar gjørdu, at sjúkan kundi spjaðast so ógvusliga. Eisini fari eg, við støði í einari ávísari familju, sum var hart rakt av hesi sjúku í hesum tíðarskeiðinum, at lýsa hvussu illa tuberklarnir kundu fara við einari familju. Við hagtølum ber til at síggja nær sjúkan av álvara fór at spjaða seg í Føroyum.
Eisini fari eg at hava samrøðu við fólk sum hava uppliva hesa sjúku áðrenn nakar heilivágur var tøkur, og á tann hátt fáa eina hóming av, hvussu gerandisdagurin var ávirkaður av hesari sjúku. Harafturat verur eisini hugt at, hvussu tað hevur verið lóggivið í samband við lungatuberkulose, og hvussu henda lóggáva var framd í verki.
1. Greið stutt frá tí føroyska samfelagnum í 19. Øld við atliti at sosialum og búskaparligum viðurskiftum.
2. Lýs, hvussu tuberklasjúkan kom til Føroya, og viðger, hvussu henda sjúka spjaddi seg.
3. Met um avleiðingar av hesi sjúku fyri tað føroyska samfelagið.
... Køb adgang for at læse mere

Tuberklar í Føroyum

[0]
Der er endnu ingen bedømmelser af dette produkt.